Eftir svenskari lóg verða óavdúkað drápsmál firnað eftir 25 árum, men nú umhugsar svenska stjórnin at broyta lógina, so firningarfreistin verður longd. Millum tey svensku drápsmálini, sum ikki eru loyst, er morðið á Olof Palme. Hann bleiv skotin í Stockholm í februar í 1986, og sostatt fellur tað málið fyri firningarfreistini um hálvtannað ár. Men svenska stjórnin ætlar at forða fyri, at drápsmaðurin sleppur undan rættarsókn, skuldi tað hent, at løgreglan avdúkar hann. Tí ætlar løgmálaráðharrin at broyta lógina, skrivar TT úr Stockholm.










