DR ger dokumentarrøð um Framtakið

Søgan um dreymin hjá nøkrum føroyingum um at geva føroyingum atgongd til kannabis hevur fingið uppmerksemið frá danska kringvarpinum

 

Eitt danskt sjónvarpslið er í hesum døgum í Føroyum og fylgir nýstovnaða politiska flokkinum, Framtakinum fyri rættinum at velja kannabis. Í DR eru tey áhugað í at hoyra søguna hjá lítla flokkinum, sum kom burturúr ongum, og sum nú ætlar sær sæti á løgtingið. 

- Tað byrjadi við einari veljarakanning hjá Spyr.fo, sum segði, at vit fingu ein tingsess. So vit voru tungan á vektskalini. Tíðindini komu so í danskar miðlar, tí miðilin Altinget skrivaði um tað, og hetta hoyrdi DR um, fortelur Arnfinn á Birtuni, sum er eitt av valevnunum hjá Framtakinum.

Tá oddamenninir í flokkinum, Arnfinn á Birtuni og Hallur Hjallgrímson Djurhuus, í mai fóru niður til tiltakið Global Marijuana March, byrjaði DR at fylgja føroysku valevnunum. DR dámdi væl søguna um Framtakið og spurdi so, um føroyingarnir vóru áhugaðir í, at eitt sjónvarpslið kom til Føroya at fylgja flokkinum upp til valið. 

##med2##

Dokumentarrøðin kemur út 9. september og verður í fleiri pørtum.

- Eg vænti, vit fáa nógv burturúr, sjálvt um hetta kemur út aftaná valið. Hetta kann brúkast sum eitt dømi uppá kannabisumhvørvið í Danmark, og vónandi kann tað ávirka hugburðin til kannabis, sigur Arnfinn á Birtuni.

Sjónvarpsliðið, sum telur tveir manns, kom til Føroya áðrenn ólavsøkuna, og teir fara niður aftur í morgin 9. august.