Tað var barnasjónvarpið, Fjernsyn for dig, sum fylgdi nøkrum børnum úr Klaksvík í teirra gerandisdegi. Hugskotið er at vísa fyri donskum børnum, hvussu føroysk børn liva, og upptøkurnar vóru gjørdar bæði í Klaksvík, á floti og í haganum.
Donsku sjónvarpsfólkini lata væl at myndunum, og tey rokna við at fáa nøkur góð innsløg burturúr.
Ætlanin er, at myndir úr Føroyum vera at síggja á DR1 eina ferð í vár, og sendingin, sum tær skulu brúkast í, er á skránni hvønn týsdag klokkan 17.00.