Nógv á seinni er drongurin vorðin vaksin. Hann er dr. Dolittle.
Dr. John Dolittle hevur nú eina deiliga konu og tvær vakrar døtur. Hann hevur eina blómandi praksis saman við tveimum øðrum starvsfeløgum, og teir standa nú og skulu gera av teirra lívs handil vil eina heilvágsfyritøku.
Jú, John Dolittle hevur allarhelst skotið papageykin.
Men so hendir nakað, sum skakar tilveruna hjá doktaranum: Evni hansara at tosa við dýrini - sum hava ligið í dvala í mong ár - koma aftur. Tað er ikki bara familja, ið er ørkymlað av hesum, men so sanniliga eisini hann sjálvur. Tá hann nú vil fylgja sínum kalli - at lekja - er tað nátúran, ið kallar, hann hoyrir, og líka mikið hvussu nógv hann stríðist ímóti, er eingin vegur uttanum.
Í djóraverðini frættist hetta skjótt - og det er ikki ein fjøður, ið verður til fimm høsn: Til er eitt menniskja, sum skili mál djóranna. Og hann kann lekja sjúkur og brek teirra.
Sjúklingarnir streyma til dr. Dolittle.









