DR broytir X-Factor

DR boðar nú frá, at skal X-Factor á skíggjan aftur í 2013, so skulu stórar broytingar gerast í sendingini. DR hevur sent uppskot um broytingar til ovastu leiðsluna í X-Factor konseptinum.

 

Tað er enn ikki avgjørt, um X-Factor heldur fram komandi ár, tí dómararnir Blachman, Pernille og Cutfather verða ikki partur av sendingini eftir í kvøld, og tað sama er galdandi fyri Lise Rønne, sum er vertur.

 

Ætlar DR kortini at vísa X-Factor, so kann væntast, at sendingin broytir skap.

 

- Vit hava sent okkara ynski til X-Factor leiðsluna, og tey taka støðu til tað nú. Vit vilja gjarna hava stórar broytingar í X-Factor, sigur Jan Lagermand Lundme, undirhaldsstjóri hjá DR við danskar miðlar.

 

Simon Cowell, sum hevur skapt X-Factor, hevur úttalað seg um, at X-Factor fer at broytast.

 

- Vit fara at síggja spennandi broytingar í X-Factor, men eg vil ikki avdúka tað enn, sigur hann við Access Hollywood Live.

 

Hetta veit. Eb.dk