Dr. Bombay til Føroyar

Vælumtókti Dr. Bombay kemur til Føroyar í mars mánaði

Eitt av best umtóktu nøvnunum á europeiska tónleikapallinum í dag er Dr. Bombay. Løgini hjá honum, eitt nú tað um hýruvognskoyraran í Calcutta og so hitt við rísi og karry, eru javnan at hoyra í loftmiðlunum.

Nú kemur hesin góði Dr. Bombay so til Føroyar.

Tað er F.C. Music, sum hevur fingið vitjanina í lag.

Í tíðindaskrivi, sum vit fingu beint áðrenn evstamark hjá blaðnum, sigur F.C. Music, at Dr. Bombay er sinnaður at koma til Føroyar leygardagin 6. mars.

Enn eru avtalurnar ikki komnar upp á pláss, men arbeitt verður við at finna eitt hoskandi høli til tiltakið, og ivaleyst verður talan um tvinnar framførslur sama dag, sigur F.C. Music í tíðindaskrivinum.

»Í løtuni tykist vera sera trupult at fáa eitt hóskiligt stað í Havn. Eitt nú vil Gundadalshøllin ikki vita av ungdóminum, og Badmintonhøllin er ivaleyst ov lítil til eitt slíkt tiltak. Harafturat ger hondbóltskappingin tað ógjørligt at hava tiltakið á Hálsi. Tískil kann roknast við, at tiltakið verður hildið í Eysturoynni«, sigur F.C. Music í tíðindaskrivinum.

Fyrireikararnir arbeiða í løtuni við at hava tvinnar framførslur. Ætlanin er at hava barna- og ungdómsdiskotek við Dr. Bombay sum høvuðsnavni umleið klokkan 18.00, og eitt nýtt show fyri teimum eldru umleið klokkan 23.00. Ætlanin við tveimum tiltøkum er fyrst og fremst eftir ynski frá foreldrunum hjá teimum yngru.

Av tí at alt er so nýtt enn, er eitt sindur ógreitt, hvussu tiltakið verður, men frá F.C. Music verður sagt, at tað er 95 prosent víst, at Doktarin kemur til Føroyar.