Stuðulssendingar
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Fyrradagin skrivaði Sosialurin, at tá Krabbameinsfelagið tann 31. oktober fer at hava landsinnsavningina »Føroyar móti krabba«, er tað móti einum gjaldi á 330.000 krónur fyri at fáa Kringvarp Føroya at vera við í innsavningini.
Hetta gjaldið er sambært Anniku Mittún Jacobsen, kringvarpsstjóra, til at dekka allar tær eksternu útreiðslurnar, sum standast av at framleiða tilfar og at fyriskipa sendingina.
Árliga er stóribróður Kringvarpsins í Danmark, Danmarks Radio, eisini við í eini árligari landsinnsavning, sum 12 teir størstu hjálparfelagsskapirnir skipa fyri, »Danmarks Indsamling«.
Tá Sosialurin spurdi seg fyri í Danmarks Radio, um og í tí føri hvussu nógv teir taka fyri at vera við í tiltakinum, svaraði Carl Otto Dethlefsen, sum er Udviklingsredaktør í Danmarks Radio, at »DR ikki krevur pengar fyri at gera árliga innsavningartiltakið – DR betalir fyri at fáa loyvi at varpa tiltakið, sum formelt verður fyriskipað av teimum 12 luttakandi hjálparfelagsskapunum«.
Hetta er tó ikki førið í Føroyum, har Jákup N. Olsen, formaður í Føroya felag móti Krabbameini, váttar, at tey máttu gjalda 330.000 krónur, skuldu tey fáa Kringvarp Føroya at taka lut í innsavningini, og at tað mátti nevndin samtykkja, skuldu tey koma víðari við innsavningini.