Á Facebook og Twitter varð nógv kjakast um leiklutin hjá Basim í X-Factor finaluni í gjárkvøldið. Men DR staðfestir, at tey eru nøgd við avrikið.
Fyrrverandi X-Factor drongurin, Basim, slapp í gjár at royna seg sum reportari í X-Factor finaluni. Og nógv vóru tey, sum síðani funnust at hansara leikluti. Men undirhaldsstjórin hjá DR sigur í dag við danskar miðlar, at hann var fegin um at hava Basim við.
- Eg hugdi eftir sendingini, og eg helt hann var sjarmerandi og undirhaldandi, og eg haldi heilt erligt, at hann kláraði seg fínt. Hetta er ikki einans eitt DR svar. Eg haldi veruliga, at hann gav sendingini okkurt, sum vit ikki áður hava sæð,
sigur Jan Lagermand Lundme við eb.dk.
Tað tóktist kanska løgið, tá ið Basim spurdi mammu Linu, hvussu hon helt, at Line kláraði seg á pallinum, tí vit vita hvat svarið verður. Men undirhaldsstjórin er sannførdur um, at hatta er júst tað, sum danir vilja hoyra.









