Dr. Alban til Føroyar

Fríggjakvøldið 13. apríl hevur svenski tónleikarin Dr. Alban tvær konsertir í Føroyum, skrivar byin.fo.

Dr. Alban kemur til Føroya um smáar tríggjar vikur. Fríggjakvøldið 13. apríl fer svenski tónleikarin við nigerianskum rótum at hava tvær konsertir. Tann fyrra verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, og síðani gongur leiðin til Havnar, har hann fer at spæla í einum av dansistøðunum hjá byin.fo.

 

Dr. Alban spælir Hip Hop-/Dance-tónleik. Hann gjørdist heimskendur fyrst í 90-árunum við útgávuni ?One Love?. Hon innihelt m.a. lagið ?It?s My Life?, sum gjørdist ein sonn landaplága á dansigólvunum kring alt Evropa. Stakfløgan seldi 1.6 milliónir eintøk.

 

Uppfylgjararnir, Look Who?s Talking og Born in Africa, vóru eisini væl umtóktir. Samanlagt hevur Dr. Alban selt fleiri enn 5 milliónir fløgur og 6 milliónir stakfløgur. Hetta hevur givið honum eina rúgvu av viðurkenningum og prísum.

Umframt ?It?s My Life? hevur Dr. Alban, sum umframt at syngja er tónasmiður, gjørt ?No Coke? og ?Sing Hallelujah?.

 

Atgongumerkjasølan byrjar 2. apríl í handlunum hjá Kalli, skrivar byin.fo

 

Byin.fo hevur gjørt nógv av at fáa tónleikarar til Føroyar at spæla sonevndar diskotekskonserti. Nevnast kunnu nøvn sum Red Nex, Niarn og Gigi og Sonny