Ein myndamaður frá eini sjónvarpsstøð hevði fingið orðið á eina tilkomna konu av Sandi, og greiddi hon frá nógvum av tí, sum hon hevði sæð og upplivað í sínum barnaárum.
Hon gekk runt millum húsini í bygdini, við myndamanninum rennandi aftaná sær. Serliga nógv gjørdi hon burtur úr kirkjuni, har tey kongaligu eisini vitjaðu.
- Í hesi kirkjuni eri eg bæði doypt og konfirmerað. Hetta er ein vøkur kirkja, greiddi hon danska myndamanninum frá.










