Avgusturin, sum gjørdi landgongd í Hvalba sunnudagin, doyði í morgun.
Trúgvi Gudmundarson, borgarstjóri í Hvalba, sigur avgusturin er deyður ímillum klokkan níggju og klokkan 10 í morgun.
- Vit hava verið hjá honum og hava staðfest, at hann er deyður, sigur hann.
Tað er óvist, hví hann endaði á sandinum í Hvalba. Hann kom inn á fjørðin sunnunáttina og otaði seg longur og longur inneftir, til at strandaði seinnapartin.
Har hevur hann ligið at kalla púra stillur síðani, bara latið eitt sindur við sveivuni av og á, men yvirhøvur hevur einasta lívsteknið verið ein blástur nú og tá.
Hann hevur nakrar ordiligar skeinur á kúluni, men um tað er hetta, sum elvt til, at hann leitaði seg inn á Hvalbiarfjørð, er óvist.
Tá ið hægsta fjørða er í kvøld, verður farið at máta hvalin og taka onkrar royndir, Náttúrugripasavnið skal hava.
Og í morgin er ætlanin at fáa hann sleipaðan út á streymasjógv og seinnapartin í dag fer borgarstjórin at tosa við Vaktar- og Bjargingartænastuna um at fáa eitt skip hjá teimm at sleipa hvalin út.
Borgarstjórin vil sleppa av við hvalin sum skjótast, tí tað er rættiliga skjótt, at lukturin av honum verður ramur, at tað er ótolandi og samstundis er skjótt, at hann bólgnar so illa upp, at hann rætt og slætt fer í luftina. Og borgarstjórin vil hava hann av fjørðinum, áðrenn tað kemur hartil.
Tvøstið á avgusti er tíverri ikki etandi.