Mannarættindafelagsskapir vilja vera við, at 26 sjúklingar eru deyðir á einum sinnissjúkrahúsi í Kuba hesa vikuna orsakað av kulda. Sagt verður, at tey 26 vóru sjúklingar á tí størsta sinnissjúkrahúsinum í høvuðsstaðnum Havanna, og at tey doyðu, tí hitin fór niður um fimm stig, uttan av starvsfólkið vardi tey ímóti kuldanum. Tað skrivar spanska blaðið El Pais.
Elizardo Sanchez, sum er talsmaður fyri ein mannarættindafelagsskap, leggur kubansku myndugleikarnar undir tað, sum verður kallað ?kriminelt gáloysni?.
Ein talsmaður fyri myndugleikarnar sigur seg ikki hava hoyrt um málið.