Doyðu í bátinum

Sjóverjan í vesturafrikanska landinum Mauritania kom í gjár fram á tveir bátar við flóttafólki, sum vóru flýdd úr Senegal, og sum ætlaðu sær til Kanarisku Oyggjarnar og síðani til Evropa. Í øðrum bátinum fann sjóverjan 47 deyð fólk, og fleiri av hinum fólkunum vóru illa á holdum komin. Í hinum bátinum vóru tey flestu á lívi, og øll verða nú send aftur til Senegal, siga mauritansku myndugleikarnir. Sambært sponsku myndugleikunum er hetta ein tann størsta bátsvanlukkan við flóttafólki úr Vesturafrika.