Ein fyribils kanning avdúkar, at teir 5000 fuglarnir, sum brádliga regnaðu niður av himli í amerikanska Beebe, doyðu av innaru bløðingum. Fólkið í Bebe í Arkansas, stóðu sum kánus beint fyri midnátt nýggjársaftan, tá ið einir 5000 kvørkveggjur og starar brádliga regnaðu niður av himli á einum strekki upp á ein slakan kilometur og skjótt fóru myndir av hendingini um allan heimin.
Nú er alt tikið upp aftur og fuglarnir eru kannaðir. Kanningarnar eru ikki lidnar enn, men fyribils úrslitið er, at teir eru deyðir av innaru bløðingum, sum teir hava fingið av brádliga ákomnum skaða, staðfestir Cnn nú.
Fuglarnir skulu nú kannast nærri fyri at avdúka nágreiniligu deyðsorsøkina, men tað er onki, sum bendir á sjúku, staðfesta djóralæknarnir, sum hava staðið fyri kanningunum.
CNN sigur frá fuglafrøðingum, at mest sannlíka orsøkin er, at antin sló toran niður í fuglaflokkin ella varð hann raktur av einum herviligum heglingsælið høgu uppi í luftini.