Ein kvinna í 20-unum, sum búði í Oslo, doyði leygardagin ? tríggjar dagar eftir, at hon varð koppsett móti svínakrími. Hetta upplýsir Statens Legemiddelverk í Noregi.
Kvinnan varð koppsett við pandemrix mikudag og doyði leygardagin eftir.
Legemiddelverket í Noregi upplýsir, at kvinnan var hjartasjúk, og fyribils úrslit vísa, at deyðsorsøkin helst ikki hevur nakað við koppsetingina at gera.
- Tað er altíð tragiskt, tá ung menniskju doyggja, sigur yvirlæknin, Steinar Madsen.
Hann leggur aftrat, at einki bendir á, at tilburðurin hevur nakað við koppsetingina at gera.
- Tað hevur verið týdningarmikið fyri okkum at kanna, um tilburðurin hevur havt nakað samband við koppsetingina. Tí er líkið á kvinnuni eisini kannað so væl sum gjørligt.
Legemiddelverket í Noregi sigur, at tað er serstakliga sjáldan, at koppsetingar eru orsøk til deyðsføll.
- Tá nógv fólk verða koppsett yvir stutta tíð, ger tilvildin, at onkur fólk doyggja, tó at deyðsorsøkin einki hevur við koppsetingina at gera, sigur Steinar Madsen, yvirlækni.