Doyði heima við hús tí at skorsteinurin var tiptur

Landslæknin ávarar um, at tað kann fáa vanlukkuligar avleiðingar at fólk ikki reinsa skorsteinin við jøvnum millumbili

Í fjør kannaði landslæknin umstøðurnar í sambandi við, at eitt fólk varð funnið deytt inni í einum húsum.

Kanningarnar vístu, at sót var at finna í húsunum. Landslæknin skrivar á heimasíðuni, at tað vísti seg at skorsteinurin var tiptur tí at hann ikki var reinsaður. Sostatt var roykurin frá oljufýringini, ið annars var í kjallaranum, farin gjøgnum rivur til aðrar partar í húsinum.

Samstundis vístu kanningat, at deyðsorsøkin var kolsúrniseitran, og sostatt var talan um eina vanlukku, har viðkomandi doyði tí at skorsteinurin ikki var reinsaður.

Landslæknin sigur, at vanlukkur av hesum slafi eru sera sjáldsamar, men hann sigur, at tað vísir tó, at tað er umráðandi at sópa skorsteinin regluliga.