Danska smágentan, sum varð funnin deyð í bilinum hjá pápanum í gjár, var deyð av hita og tosta Tað var ein samanrenning av tí nógva hitanum og tosta, sum gjørdi, at tann ársgamla smágentan doyði í bilinum hjá pápanum, sum var farin til arbeiðis og hevði gloymt gentuna í bilinum.
Løgreglan í Norðursælandi sigur við danska kringvarpið, at gentan var sloppin úr trygdarstólinum og lá á dúrkinum í bilinum.
Løgreglan hevur skuldsett pápan fyri óviljað manndráp.