Klokkan 5.13 hósmorgunin fekk alarmsentralurin boð um, at eldur var í einum húsum á Argjum.
Fráboðarin var ein 24 ára gamal maður, sum saman við 55 ára gamla pápa sínum var í húsunum.
Tá sløkkilið, løgregla og sjúkrabilur komu á staðið, hevði ungi maðurin fingið pápan út í tún, men tað eydnaðist ikki at fáa lív í mannin aftur.
Bergleif Brimvík sigur, at tey í løtuni eru í ferð við kanningararbeiðið, men við evstamark okkara var orsøkin til eldsbrunan ikki staðfest.










