Manuel Preciado doyði av einum hjartaslag bara 24 tímar eftir, at hann var settur sum vanjari hjá spanska felagnum, Villareal.
Tað skrivar BBC Sports.
Fyrrverandi Sporting Gijon venjarin gjørdist bara 54 ára gamal.
Hann doyr 24 tímar eftir at hava skrivað undir ein sáttmála um at venja Villareal, sum flutti niður úr bestu sponsku deildini seinasta kappingarár.
Preciado var koyrdur sum venjari hjá Sporting Gijon í januar, eftir at hava ført felagið upp í bestu sponsku deildina tvær ferðir.
Í apríl 2011 endaði lið hansara 9 ára gamalt met hjá Jose Mourinho sum ósigraður á heimavølli, tá Sporting Gijon vann á Real Madrid.










