Leygardagin 5. mai verður áhugaverdur evnisdagur í Miðlahúsinum, har ljós verður varpað á børn við down syndromi. Byrjað verður kl. 9 Kitt Boel, sálarfrøðingur og Jan Kristensen, lækni fara hvør í sínum lag at hava fyrilestur. Tey eru foreldur at barni við down syndromi og hava eisini drúgvar royndir innan síni starvsøkið við atliti til down syndrom. Kott Boel er eisini forkvinna í danska Down Syndrom felagnum.
Fyrilesturin hjá Jan Kristensen tekur støði í tí læknavísindaliga. Hann fer at koma inn á økir og viðurskifti, ið hava týdning fyri ein góðari heilsu hjá børnum við down syndromi. Jan Kristensen fer í sínum fyrilestri m.a. at greiða frá: Hvussu vit fyribyrgja sjúkum, hvørja ávirkan kostur hevur, nýggju granskingini innan økið osfr.
Fyrilesturin hjá Kitt Boel tekur støði tí sálarfrøðiliga og viðger hvussu vit uppala børn við down syndromi. Hon fer í sínum fyrilestri at nema við hugburð og hvat dentur eigur at verða lagdur á í uppalingini.
Endamálið við evnisdegnum er at geva foreldrum, øðrum avvarðandi og starvsfólkum innan økið vitan, førleikar og amboð, tá tað kemur til børn við down syndromi.
Skráin fyri dagin er henda:
Kl. 9.00 ? 9.30: Morgunmatur.
Kl. 9.30: Fyrilestur við Jan Kristensen ? møguleiki verður at seta spurningar eftir fyrilesturin.
Kl. 12.00: Frokost
Kl. 13.00: Tónleikur við Búa Dam og Ásu
Kl. 13.30: Fyrilestur við Kitt Boel ? møguleiki verður at seta spurningar eftir fyrilesturin
Kl. 16.00: Tikið verður samanum.
Tað er ókeypis at taka lut og vit vóna at nógv foreldur, onnur avvarðandi og starvsfólk innan økið taka av hesum møguleika og melda seg til evnisdagin. Tilmelding er á tlf. 31 48 27 ella á teldupost HYPERLINK ?mailto:skriv@javni.fo? skriv@javni.fo. Seinasta freist at melda var týsdagin 1. mai