Hey øll við Down Syndrom við familju! Nú halda vit at tíðin er komin til at hittast aftur. Vit møtast í Bowlingahøllini í Leirvík leygardagin 25. september 2010 frá kl 14 til 18.
Vinarliga sigið okkum frá, um tit hava hug at vera við, í seinasta lagi hósdagin 23. september. Dagurin er fyri tey við Down Syndromi og familjur teirra. Stuttligt hevði verið at sæð øll tykkum nýggju, sum ikki hava verið við fyrr.
Tit eru vælkomin at ringja og frætta nærri og tekna tykkum hjá Jastrid Weihe tel. 228077 ella Elin Noru Reines tel. 211382.










