“Down Memory Lane” - Lollipops & Black Birds í Dansifrøi 

Eins og í sjeytiárunum verður nú aftur møguleiki at hoyra donsku Lollipops og føroysku Black Birds á palli í Føroyum, og tiltakið verður leygarkvøldið hin 7. oktober.

- Lollipops spældu fyri fullsettari ítróttarhøll í Føroyum seinast í sjeytiárunum. Tað var ein hin størsta konsertin, sum hevði verið í Føroyum fram til tá.  Allarhelst var tað konsertkongurin, Páll Arge, sum fekk teir hendanvegin.

 

Tað siga fyrireikararnir av tiltakinum hesaferð, og teir vísa á, at tað var við sorgblídni, at føroysku dreingirnir sóu føroysku genturnar standa við himmalvendum eygum - vendar móti stóru hjartaknúsarunum á pallinum, syngjandi øll hittini, sum rørdu hjartastreingirnar so meint.

 

- Hvør minnist ikki Susie More, Jenny, Lorna, Ung kærlighed, Flasken var min ven, Speedy Conzales, Livet er lunefuldt, Sømandsliv og øll hini hittini, sum Lollipops hálaðu úr ermuni. 

 

Nú koma teir so aftur.

 

- Gamaní, nakað eldir, sum vit øll onnur, ið upplivdu hesa fantastika ríku tíð og løg, men góða snjalla røddin hjá Torben er har framvegis. Torben minnist, at onkur hevði tikið ein pakka av rís við til konsertina og kastaði so rís upp á pallin, sum var hetta eitt annað brúdleyp.

 

Fyrireikararnir vísa á, at kanska vóru vit her heima ikki so von við so stór nøvn tá., so kanska hetta við rísinum bara var eitt tekin upp á ovurkáti.

 

- Trupulleikin var bara tann, at rísingrínini  komu í eygnuni og inn í munnin á syngjandi hjartaknúsandi sjeikunum á pallinum - og so plingaðu tey eisini á gittarunum, tá tey raktu streingirnar.

 

Black Birds spældu eisini hvørt vikuskifti fyri fullum húsi í Klubbanum. Eitt fantastiskt dansiorkestur, sum altíð dugdi at fáa fólkið við og í gott lag við góða tónleikavalinum.

 

- Í Klubbanum helt Gimpe (Petur Olivar í Hoyvík) skil á ungdóminum við harðari hond, tá onkur royndi at sníkja seg inn við eini 1½ litra Den Med Tyren “vínfløsku” stungna niður millum buksubeltið.

 

Lagt verður aftrat, at sjeyti-og áttatiára genturnar í kovboybuksum og dreingirnir við “sweet-hári” fønaðir við faldinum inneftir í neðra - í kovboyjakka, uppboygdum ermum og bust í bringulummanum.

 

Sodan. 

 

- Tú viðgekk ikki, at tú fønaði tær, men flest allir høvdu frisyruna, sum Árni hevur her á myndini niðanfyri. So, Árni og Óskar fønaðu sær eisini, hóast teir ongantíð viðgingu tað.

 

##med2##

 

Í dag eru 10-tals dansistøð og barrir at fara til, óteljandi matstovur og pitsabarrir.

 

- Øll gurgla vín og hava minst eina fartelefon í lummanum við gps'ara á, soleiðis at tú kanst sporast. Tá var bara eitt diskotek, Klubbin. Einki víngurgl. Den Med Tyren frá Veru Kattrup.

 

Og fyrireikararnir halda fram:

 

- Vart tú forelskaður, so visti tú, at viðkomandi var har í Klubbanum millum hini 400 og upp til 800 fólkini, sum vóru í dansi hvørt vikuskifti.

 

Tá var bara ein matstova, Rio Bravo við Muldi á odda. Einki roks. Mitt í viku var eingin kjansur at ringja og “beyla”. Tú fekst fatur á einum strammum pápa, um tú ringdi, so tað kom ikki upp á tal. So, har var einki annað at gera enn at bíða til næsta vikuskifti.

 

- Tað verður eitt spennandi kvøld í Dansifrøi hin 7. oktober. Atgongumerki fáast á www.billett.fo 

 

Her eru leinkjur til nøkur av hittunum hjá Lollipops - 

 

https://www.youtube.com/watch?v=lQLUjRhijiE 

 

https://www.youtube.com/watch?v=KC3LlKiXCVo