Í kvøld kl 18 leggur havnarmaðurin, Árni Jensen, skipari, heimsins elsta ferðamannaskip, trúboðaraskipið Doulos at bryggju við Saltsøluna á Vestaru Bryggju í Havn
Sjálv móttøkan verður, tá ið skipið hevur lagt til bryggju. Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, varaløgmaður, og Osmundur Justinussen fara at bera fram vælkomstheilsanir. Songkórið í Ebenezer fer at syngja, hornorkostrið úr Frelsunarherinum fer at spæla, sína vøkru tónar, ið fara at runga, út frá Vestaru bryggju, fyri 40 ymiskum tungumálum.
Beint aftan á verður stutt móttøka fyri løgtingslimum og landstýrismonnum, har Jógvan á Lakjuni, mentamálaráðharri, letur upp heimsins størstu flótandi bókasølu, fyri almenninginum.
Við skipinum eru umleið 300 fólk frá fleiri enn 40 tjóðum, harav ein annar føroyingur, klaksvíksgentan Margith Olsen, ið hevur verið umborð nærum eitt ár.
Nakrir føroyskir gestir eru eisini umborð, onkur fyri at hjápa til at sigla skipið heim, onnur ið eru uttanlands, koma heim við skipinum at ferðast.
Doulos, ið bert er tvey ár yngri enn kenda ferðamannaskipið Titanic, er bygt í 1914 og er sostatt elsta siglandi ferðamannaskip í heiminum.
Nógv tiltøk eru á skránni. Fyrireikararnir siga, at samkomur, ið ynskja at fá vitjan, kunnu siga frá á tlf. 585841 ella 585840, um tær ynskja tað.
Skipið er opið allan dagin fyri almenninginum, heimsins størsta flótandi bókasøla er opin allar dagar frá 10 - 22. Kaffistova er umborð í hugnaligum umhvørvi.
Nógv tiltøk verða umborð, t. d. kvinnumøti, møti fyri menn og fyri fyrrverandi Om?arar, og tiltøk fyri børn - eisini saman við familjuni.
Eitt av tiltøkunum í landi er Ítróttarhøllini á Hálsi, har verður tiltak fyri ung.
Skipað verur fyri ymiskum í landi fyri manningina, gongutúrar í náttúruni ella bil túrar, túrar í opnum bátið o. m. a.
Mikukvøldið 30. juni verður farið til Klaksvíkar, har eisini verður skipað fyri móttøku.
Nógv áhugaverd tiltøk verða eisini har, sum verða kunngjørd seinni.
Faldari um tiltøkini eru at fáa runt um í landinum ella við at venda sær til oman fyri nevndu telefonnummur.










