Dóttir Saddam Hussein dømd í sjey ára fongsul

Í samrøðu við saudiarabisku sjónvarpsstøðina Al Arabiya snakkaði dóttir fyrrverandi einaræðisharran fjálgt um Baath-flokkin hjá pápanum.

Raghad Hussein livir í útlegd saman við systir síni, Rana. Brøður teirra, Uday og Qusay, vórðu dripnir í 2003.

Dóttir Saddam Hussein, fyrrverandi einaræðisharran í Irak, Raghad Hussein, er dømd í sjey ára fongsul - in absentia - sum tað kallast.

 

Hon hevur fingið henda dóm í Irak at hava snakkað fjálgt um bannaða Baath-flokkin hjá pápa sínum í einari sjónvarpssamrøðu.

 

Raghad Hussein livir í útlegd í Jordan saman við systir síni, Rana. Brøður teirra, Uday og Qusay, vórðu dripnir av amerikanska herinum í Mosul í Irak í 2003.

 

Í einari samrøðu við saudiarabisku sjónvarpsstøðina Al Arabiya í 2021 snakkaði dóttir fyrrverandi einaræðisharran fjálgt um Baath-flokkin.

 

Tað er ólógligt í Irak.

 

- Nógv hava fortalt mær, at tíðarskeiðið virkuliga var ein blómandi tíð, har landið var stabilt og ríkt, segði hon eitt nú í umrøddu sjónvarpssamrøðu.

 

Baath-fokkurin varð upploystur og bannaður, tá irakiski leiðarin og einaræðisharrin, Saddam Hussein, fall í 2003.

 

- Øll, sum vísa myndir ella slagorð floksins ella á annan hátt tosa fjálgt um fyrrverandi flokkin hjá Saddam Hussein, kunnu vænta at gerast rættarfylgd í Irak.

 

Hetta skrivar tíðindastovan, NTB, í morgun.

 

 

 

Raghad Hussein livir í útlegd saman við systir síni, Rana. Brøður teirra, Uday og Qusay, vórðu dripnir í 2003.