Dortmund vann bólk D - City tapti aftur

Borussia Dortmund vann í kvøld á Manchester City, og er vinnari av bólki D frammanfyri Real Madrid, ið vann á Ajax. Stóri taparin er Manchester City, sum endaði niðast við bara trimum stigum.

 

Bólkur D er nógv tann sterkasti í Champions League bólkaspælinum hesaferð. Real Madrid og Manchester City vóru sum meistarar í ávíkavist Spania og Onglandi mettir sum favorittar at koma víðari.

 

Týska meiastaraliðið, Borussia Dortmund, hevur tó víst spæl á høgum stigi fyrstu seks umførini í Champions League. Teir vunnu í kvøld 1-0 á Manchester City við máli, sum Julian Schieber skoraði í seinna hálvleiki.Manchester City endaði aftast í bólkinum og sleppur ikki so mikið sum við í Europa League.

 

Real Madrid vann rímuliga greitt á Ajax, sum tó royndi at trýsta nakað seinstu løtuna. Cristiano Ronaldo, og Kaka skoraðu hvørsítt, meðan José Maria Callejón skorað tvey í 4-1 sigrinum.

 

Champions League:

 

Bólkur A:

Dinamo Zagreb – Dynamo Kiev 0-1 (80.min)

PSG – FC Porto 2-1

PSG og FC Porto víðari

 

Bólkur B:

Montpellier – Schalke 04 1-1

Olympiakos – Arsenal 2-1

Schalke 04 og Arsenal víðari

 

Bólkur C:

Milan – Zenit 0-1

Malaga – Anderlecht 2-2

Malaga og AC Milan víðari

 

Bólkur D:

Dortmund – Man City 1-0

Real Madrid – Ajax 4-1

Dortmund og Real Madrid víðari