Við einum tryggum 4-2 sigri vann Borussia Dortmund á útivølli móti Zenit St. Petersburg.
Tað gingu bara fimm minuttir, so førdi Dortmund 2-0 við málum frá Henrik Mkhitaryan og Marco Reus.
Annars var tað fyri tað mesta heimaliðið, ið hevði bóltin mest, men tað var útiliðið, ið var tað mest effektiva.
Oleg Shatov minkaði um munin, men tvey Lewandowski mál við einum Hulk brotssparki ímillum var tað, sum kom aftrat í seinna hálvleiki.










