Í fjør gjørdi Borussia Dortmund og serliga Robert Lewandowski av við Real Madrid í hálvfinaluni í Champions League. Pólski framherjin skoraði ikki færri enn fýra mál í 4-1 sigrinum á heimavølli, sum legði lunnar undir samlaða sigrinum.
Tí skuldu vónirnar verið góðar hjá týska liðnum undan dystinum í kvøld, Robert Lewandowski, Ilkay Gundogan, Neven Subotic, Jakub Blaszczykowski, Sven Bender og Marcel Schmelzer eru allir skaddir. Tí verður mett, at Real Madrid við Cristiano Ronaldo og Gareth Bale á liðnum eru favorittar hesaferð.
- Um tú hyggur eftir okkara budgetti og skaðunum, sum vit hava, so er ongin ivi um, at Real Madrid er favorittur. Real hevur eisini styrkt hópin síðani seinast við Gareth Bale og Isco, sigur Jurgen Klopp, venjari hjá Borussia Dortmund.
Real Madrid, sum hevur vunnið kappingina níggju ferðir, hevur ikki vunnið Champions League síðani 2002. Tað er einki loyndarmál, at Champions League er heilt stóri dreymurin hjá forsetanum í felagnum, Florentino Pérez er at vinna hesa kappingina fyri tíggjundu ferð.
Champions League – Fjórðingsfinala:
Í dag:
PSG – Chelsea (19:45)
Real Madrid – Borussia Dortmund (19:45)
Í gjár:
Barcelona – Atletico Madrid 1-1 (0-0)
0-1 Diego, 56
1-1 Neymar, 74
Manchester United – Bayern Munchen 1-1 (0-0)
1-0 Nemanja Vidic, 58
1-1 Bastian Schweinsteiger, 67










