Dortmund keypir í Tottenham

Fyri hálvum øðrum ári síðani keypti Tottenham Kevin-Prince Boateng úr Hertha Berlin. Spælarnir var tá roknaður sum eitt av størstu talentunum í týskum fótbólti, men uppihaldið í London hevur verið rættiliga miseydnað hjá 21 ára gamla miðvallarspælaranum. Um vikuskiftið leigaði Dortumd Boateng úr Tottenham fyri restina av kappingini.