Dortmund keypir stjørnuskot úr Danmark

Danskt felag hevur selt stjørnuskot til toppfelag í týskum fótbólti

 

Emre Mor hevur verið eitt av heilt stóru stjørnuskotunum í donskum fótbólti higartil í ár. Ungi leikarin, ið er uppvaksin í Danmark, men sum hevur valt at spæla fyri Turkaland, fekk tíðliga í ár møguleikan á besta liðnum hjá FC Nordsjælland, har hann eisini hevur gjørt vart við seg.

 

Hann hevur gjørt tað so mikið væl, at týska stórfelagið, Borussia Dortmund, í dag, hevur keypt unga stjørnuskotið frá FC Nordsjælland. Hóast keypsprísurin ikki er almennur, verður mett at Borussia Dortmund hevur rinda umleið 30 milliónir krónur fyri Emre Mor, sum hevur fingið ein fimm ára sáttmála.

 

Merkisvert er, at Emre Mor í januar 2015 varð frígivin í Lyngby BK, tí hann hevði trupulleikar við atferðini. Teir munnu í dag klóra sær í nakkanum, tá FC Nordsjælland nú forvinnur so nógvar pengar uppá unga stjørnuskotið.

 

Emre Mor er 18 ára gamal.