Dortmund kennir seg ikki trygt

Hóast Borussia Dortmund í gjárkvøldið vann oddabrakið móti Bayern München, og harvið kom seks stig á ádda framman fyri júst München, so kennir felagið seg ikki víst í týska meistaraheitinum. Sjálvt um bert fýra dystir eru eftir av kappingini.

 

Dortmund, sum hevði heimavøll, vann dystin 1-0 við máli av Robert Lewandowski, men tað kundi gingið so nógv ørvísi. Fyrst, tí Dortmund brendi fleiri góðar møguleikar í fyrra hálvleiki – millum annað høvdu teir eitt skot á stongina – og í øðrum lagi, tí Bayern München fekk brotsspark tíggju minuttir undan leikloki.

 

Men málverjin tók ikki so stinna sparkið frá Arjen Robben, og harvið tók Dortmund eitt stórt fet móti at endurvinna týska meistaraheitið.

 

Men leiðslan er varislig.

 

- Enn er langur vegur til meistaraheitið, sigur ítróttastjórin í felagnum, Michael Zorc.

 

Og venjarin er samdur.

 

- Tað skal ikki verða nakar ivi um, at vit eru glaðir fyri sigurin, men næsti dystur móti Schalke 04 er serstakliga harður, og eftir tann dystin møta vit Gladbach, sigur Jürgen Klopp.

 

- Tað hjálpir ikki at halda, at vit loongu hava vunnið teir dystirnar. Vit mugu fokusera, tí annars megna vit ikki at spæla sum vit gjørdu móti Bayern München, sigur Jürgen Klopp sambært Tipsbladet.