Formansskifti
Eftir at hava leitt MBF í átta ár leggur Doris Hansen frá sær sum formaður. Tað hendir á aðalfundi felagsins, sum verður í dag.
Hesi seinastu átta árini, meðan Doris Hansen hevur verið formðaur í MBF, hevur felagið ment seg til til at vera eitt væl skipað, viðurkent og álítandi meginfelag, sum er til gangs fyri føroyska samfelagið alt, sigur starvsnevndin í MBF í tíðindaskrivi, sent er út í samband við formansskiftið.
Doris Hansen hevur hesi árini myndað felagið úteftir, og hevur millum annað givið út bók um virki felagsins og søgu teirra, felagið varar av. Søgan um hini, eitur bókin, sum Doris Hansen eisini hevur fingið amenna viðurkenning fyri.
Í samband við, at Doris Hansen nú leggur frá, sær, skipar MBF fyri lítlari samkomu, sum verður í Pálsstovu í Havn eftir aðalfundin, ella klokkan 17 seinnapartin.
Har verður høvi at heilsa bæði upp á farandi og komandi formannin í Meginfelag teirra brekaðu, verður sagt í tíðindaskrivinum.