Doris Jakobsen Jensen, ið hevur umsitið lógarmál, og heilsu- og sosialmál í Grønlandi, hevur lagt frá sær, eftir at tað er komið fram, at eitt gjaldskort, ið var ætlað til bensin til tænastunýtslu, ikki er brúkt eftir reglunum, men heldur til at fylla bátin hjá familjuni við brennievni.
Hon hevur greitt frá, at ein, ið var partur av húskinum, er orsøk til óskilið, og hevur lagt afturat, at talan var ikki um mann sín.
Seinni hevur hon sagt, at viðkomandi, ið ikki longur er partur av húskinum, hjálpti til við tí húsliga og við at ansa børnunum, og soleiðis eisini hevði tænastubilin undir hond, tá Doris Jakobsen Jensen var á tænastuferð.
Eftir eina ætlan um misálit, gjørdi Doris J. Jensen bart, var fyrri enn mótstøðufólkini, og legði frá sær.
Tað verður Erik Jensen, sum frammanundan umsitur ráevnis- og arbeiðsmarknaðarmál, ið fyribils fer at umsita málsøkini, ið Dors Jakobsen Jensen hevur umsitið.