Dopingroyndir verða gjørdar aftur nú

Føroyar eru partur gjøgnum Danmark í altjóða stríðnum móti doping

Ongar dopingroyndir vóru tiknar í Føroyum í 2014 og í 2015.

 

Tað váttar Sofus Debess Johannesen, sum annars hevur samskipað allar dopingroyndir higartil í Føroyum.

 

-Vanliga gera vit einar 20 royndir um árið, men av ymiskum orsøkum - eisini persónliga hjá mær - vóru ongar royndir gjørdar hesi bæði árini, sigur hann.

 

Dopingnevndin í Føroyum ger sjálv av, hvussu nógvar royndir hon tekur. Í fjør kom nýggj skipan - í november - so síðani tá og til í hesi vikuni hava Føroyar verið uttanfyri altjóða dopingskipanina.

 

Av tí, at vit ikki eru suverenur statur sleppa vit ikki sjálvi uppí WADA - altjóða doping-stovnin - so nú eru Føroyar partur gjøgnum donsku skipanina.

 

-So vit hava verið fimm mánaðir uttanfyri dopingskipanina, men nú eru vit aftur partur av henni, sigur Sofus Debess Johannesen.