Dopinggølan breiðir seg

Altjóða súkkluítrótturin er í hesum døgum raktur av eini størri dopinggølu, har 58 súkklmenn eru undir illgruna fyri at hava dopað seg. Tað er spanska løgreglan, ið kannar málið, og sambært einum fronskum blað fer gølan at breiða seg. Dopinglæknin Eufemiano Fuentes er maðurin í miðdeplinum, og sambært blaðnum Journal du Diamanche eru eisini fimm navnframir spælarar frá Real Madrid á kundalistanum hjá Fuentes. Eisini tennisstjørnan Rafael Nadal skal sambært blaðnum verða knýttur at spanska dopinglæknanum.