Chris Froome, sum hevur vunnið Tour de France fýra ferðir, verður í løtuni kannaður av dopingmyndugleikum fyri at hava latið eina dopingroynd inn, har tølini vóru alt ov høg. Tað vátta lið hansara, Team Sky, og altjóða súkklsambandið, UCI, í morgun.
Evnið, ið kann fella besta súkklaran í heiminum í løtuni, eitur salbutamol. Tað var eftir 7. teinin í Vuelta a España síðst í august í ár, at royndir av honum vístu 2000 nanogram salbutamol pr. millilitur. Markið er 1000 nanogram pr. millilitur.
UCI skrivar, at bæði A- og B-royndin vóru positivar. Hann hevur framvegis ikki fingið bann frá at súkkla, og verjar hansara hava síðani septembur arbeitt við at gera greiðu á hví innihaldið av salbutamol var so stórt.
Í einum tíðindaskrivi boðar Chris Froome frá, at orsøkin óivað er astma-heilivágurin, ið hann tekur.
- Tað er ikki nakað dulsmál, at eg havi astma, og eg veit hvørjar reglurnar eru. Eg brúki innandingartól fyri at avmarka eyðkennini, og eg veit, at eg verði kannaður hvønn einasta dag tá ið eg eri í føraratroyggjuni, sigur Chris Froome.
Hann sigur, at astma-sjúkan gjørdist verri undir Vuelta a España, og at hann tískil tók meira av salbutamol. Ovastin á Team Sky, Sir Dave Brailsford, sigur seg stuðla Chris Froome, og at hann er sannførdur um, at hann hevur fylgt øllum mannagongdum.
32 ára gamli Chris Froome vann í ár bæði Tour de France og Vuelta a España. Málið hjá honum er at vinna Giro d'Italia og Tour de France næsta ár, men verða dopingroyndirnar staðfestar sum tilætlað doping, so kann hann vænta sær eitt drúgt bann.










