Dopari noktar at koppseta seg

Italski súkklarin sproytaði seg við doping, men torir ikki at lata seg koppseta fyri koronu.

Italski Riccardo Ricco var ein heimskendur súkklari stóran part av 00-unum, og hann hevur eitt nú vunnið tríggjar teinar í Giro d'Italia, men yrkisleiðin fekk ein bráðan enda tá ið hann varð tikin fyri doping.

Ikki bara einaferð, men fleiri ferðir - seinast í 2012, tá hann fekk 12 ára bann frá allari súkkling, sum í roynd og veru eisini gjørdi at tann nú 37 ára gamli Riccardo Ricco endaliga mátti gevast sum fulltíðar súkklari.

Riccardo Ricco varð eitt nú dømdur fyri blóðflutning við sínum egna blóði, sum hevði ligið 25 dagar í køliskápi, og hann hevur av hesi somu orsøk eisini verið innlagdur við nýrabreki.

Hóast Riccardo Ricco fór illa við sínum egna kroppi sum súkklari og ikki fýrdi fyri at sproyta seg sjálvan, so sigur hann seg ikki vilja fáa eitt prik frá tí sproytuni, ið skal koppseta fólk fyri koronu.

- Eg havi lisið nógvastaðni, at koppsetingin burdi verið kravd. Tit mugu tvætla? Eg geri tað, sum eg vil við mín egna kropp. Eingin skal noyða meg at taka nakað, sum kann hava hjáárin við sær, skrivar Riccardo Ricco á sínum facebook-vanga.

- Tey meta altso at man skal sproyta seg við, ja Gud viti hvørjum. Nei, tit kunnu gloyma alt um at lokka nakran sum meg, ið er blivin væl vegleiddur av læknum. Eg ætli mær ikki at fáa nakra f***** koppseting, skrivar Riccardo Ricco víðari.

Í 2014, tvey ár eftir at hann fekk 12 ára bann frá súkkling, varð Riccardo Ricco tikin fyri at keypa doping-evnini EPO og testosteron á einum parkeringsplássi norðanfyri italska býin Livorno.

Riccardo Ricco segði, at hann ikki hevði keypt tað har, men bara hevði tað uppi á sær, og hendan hendingin fekk ikki ávirkan á verandi 12 ára bannið, som gongur út í 2024.

Síðstu árini hevur Riccardo Ricco tó tikið í egnan barm og hevur í samrøðu við Corriere dello Sport eitt nú sagt, at "eg var ein gávaður lítil reypari" og "eg tveitti pengar og yrkisleið burtur".

Í dag eigur og rekur hann ein íshandil heima í Italia.