Doodle Bugs koma til Føroya 22. oktober

Fyri at tryggja sær, at tað ikki verður ov tætt millum konsertirnar og dansitiltøkini við Christer Sjøgren og Doodle Bugs, so er dansatiltakið við Doodle Bugs flutt til oktober mánað.

 

Dansitiltakið við Doodle Bugs skuldi upprunaliga verða 24. september.

 

Argja Bóltfelag sum reikar fyri dansitiltakinum hjá norsku Doodle Bugs boðar nú frá, at dansitiltakið við Doodle Bugs verður leygarkvøldið 22. oktober í ítróttar og samkomuhøllini uppi á Hálsi í Havn.

 

Atgongumerki fáast frá 3. oktober. Sølustøðini verða kunngjørd seinni.