Donsku veljararnir harta Lene E.

Teir flestu veljararnir í Danmark halda, at tað var skeivt av Lene Espersen, uttanríkisráðharra at halda summarfrí í Italia heldur enn at fara á uttanríkisráðharrafund hjá ES fyrr í vikuni.

Ein Gallup-kanning, sum Berlingske Tidende hevur latið gera, vísir, at 70 prosent av teimum spurdu halda, at Lene Espersen skuldi heldur farið til Bruxelles enn Italia. 22 prosent halda, at Lene Espersen valdi tað rætta.

Fyri fýra mánaðum síðani søgdu 61 prosent av teimum donsku veljarunum, at Lene Espersen fór at megna uppgávuna sum uttanríkisráðharri. Í dag eru tað bara 27 prosent, sum hava ta áskoðanina, skrivar Berlingske Tidende.