Íslendska vaktar- og bjargingartænastan, Landhelgisgæsla Íslands, hevur fleiri ferðir fýlst á, at fíggjarliga játtanin til stovnin er skerd so nógv, at tað kann fáa óhepnar avleiðingar.
Um vikuskiftið sást, at sparingarnar hava ávirkan. Tá var fýra ferðir boð eftir tyrlutænastuni hjá vaktar- og bjargingartænastuni, men av tí at stovnurin bara hevði eina tyrlumanning tøka, kundi tænastan bara senda tyrluna avstað í tveimum av teimum fýra førunum.
Tíbetur vóru donsku sjóverjuskipini Triton og Vædderen í Íslandi, og tyrlurnar hjá teimum báðum skipunum tóku sær so av teimum báðum seinastu hjálparveitingunum, skrivar Morgunblaðið.
Stjórin í Landhelgisgæslu Íslands, Georg Kr. Lárusson, sigur við blaðið, at tað er væl hugsandi, at mannalív kundu komið í vanda, um illa vildi til um vikuskiftið.










