Í dag var jarðarferðin hjá teimum trimum børnunum hjá , sum doyðu í bumbuálopinum á Sri Lanka páskadag.
##med2##
Krúnprinsafamiljan og Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, vóru við til jarðarferðina.
Anders Holch Povlsen og konan Anne mist trý av teirra fýra børnum í bumbuálopinum á Sri Lanka 21. apríl.
Lars Løkke Rasmussen luttók sum forsætisráðharri. Krúnprinsafamiljan vit teirra fýra børnum vóru við sum persónligir vinir hjá Holch Povlsen-familjuni.
Jarðarferðin var úr Aarhus Domkirke. Familjan hevði biðið øll respetkera, at talan var um eina privata hending.
##med3##
Poul Henning Bartholin, dómpróstur hevði jarðarferðina. Hon byrjaði klokkan 14 danska tíð og endaði stutt fyri klokkan 15.
Tríggir sálmar vórðu sungnir undir jarðarferðina. Sálmarnir vóru »I østen stiger solen op« hjá B.S. Ingemann, »Se, nu stiger solen af havets skød« hjá Jakob Knudsen og »Du som har tændt millioner af stjerner« hjá Johannes Johansen.
Hurðarnar í kirkjuni lótu upp klokkan 13:30. Ein lítlan hálvan tíma seinni sótu flestu gestirnir í kirkjuni. Stutt eftir kom fyrst Lars Løkke Rasmussen, og fáar minuttir seinni kom krúnprinsafamiljan, áðrenn hurðarnar vórðu lætnar aftur.
##med4##
Arbeiðsmálaráðharrin Troels Lund Poulsen og útbúgvingar- og granskingarmálaráðharrin Tommy Ahlers vóru eisini í kirkjuni.
Klokkan 14:50 fór fólkið úr kirkjuni og savnaðist uttanfyri. Stutt eftir fóru kirkjuklokkurnar at ringja, og kisturnar vórðu bornar út í teir tríggjar líkvognarnar.
Kisturnar vórðu prýddar við blómum, og á kistunum vóru myndir av teimum trimum børnunum.
##ms##
Ein av kistunum varð prýdd við ballónum. Eftir nakrar mittur í tøgn uttan fyri kirkjuna, klipti systir teirra deyðu bandið á ballónunum, sum fóru til upp í ta himmalbláu luftina.
Síðani sang Aarhus Domkirkes Kantori »Det dufter lysegrønt af græs«, og líkvognarnir koyrdu avstað.
Eftir hátíðarhaldið varð jørð kastað á við Ormslev Kirke næridis Aarhus, har bara nærmasta familja var til staðar.
Eftir jarðarferðina verður minnissamvera fyri vinir og familju á Constantinsborg.
Anders Holch Povlsen eigur klædnavirkið Bestseller.
Minst 253 fólk doyðu í álopunum á Sri Lanka. Fleiri hundrað vórðu særd.
/ritzau/




















