Donsku meistararnir koyrt venjaran

Bruce Rioch hevur ikki verið ein væl lýddur maður hjá AaB seinastu tíðina. Verandi meistararnir liggja í løtuni til at flyta niður, og hetta hevur ikki hóvað viðhaldsfólki ella donsku pressuni. Hann fekk eisini nógvar skuldsetingar eftir 3-6 tapið fyri Villarreal í Champions League týskvøldið, tá ið hann valdi onga útskifting at brúka. Í gjár fekk so Bruce Rioch fótin. 61 ára gamli Rioch hevur áður verið venjari hjá eitt nú Arsenal, Middlesbrough og Bolton, men verður í dag altso ikki mettur sum brúkiligur í donsku superliguni. Allan Kuhn, sum hevur verið hjálparvenjari hjá Bruce Rioch, tekur við starvinum sum venjari í AaB - hetta fram til endan av kappingarárinum.