Donsku hondbóltskvinnurnar taptu

Tær donsku hondbóltskvinnurnar taptu í dag ímóti Suðurkorea í teirri olympisku kappingini í London. Úrslitið gjørdist 25-24 til Suðurkorea. Í steðginum stóð á jøvnum 15-15.

 

Tær donsku kvinnurnar vóru aftanfyri at kalla allan dystin, og teir donsku spælararnir høvdu ilt við at fylgja teimum sera kviku suðurkoreonsku kvinnunum. Kortini megnaði Danmark at halda tørn, men í endanum var tað kortini ikki nóg mikið.

 

Hetta var annar OL-dysturin hjá Danmark. Tann fyrra, sum var ímóti Svøríki, vann Danmark.

 

Næsti dystur verður mikudagin ímóti Spania.

 

Tað danska manslandsliðið spældi sín fyrsta dyst í gjárkvøldið. Hann var ímóti Ungarn og bleiv sera spennandi, men endaði við donskum sigri 27-25.