Donsku gíslarnir hava tað gott

Danska uttanríkisráðið hevur í dag havt samband við tey sjey, sum somaliskir sjórænarar tóku fyri einari góðari viku síðani. Í einum tíðindaskrivi sigur ráðið, at gíslarnir hava tað eftir umstøðunum gott.

Uttanríkisráðið hevur eisini havt samband við sjórænararnar.

Í skrivinum sigur uttanríkisráðið, at samráðingar eru millum avvarandi hjá gíslunum og sjórænararnar, og at eitt trygdarfelag er uppi í samráðingunum sum ráðgevi.

Uttanríkisráðið vil ikki siga, um gíslarnir framvegis eru í tí rænda seglbátinum, ella um teir eru uppi á landi í Somalia.