Tveir av teimum sjey dønunum, sum eru gíslar hjá somaliskum sjórænarum, eru sjúkir, men sambært svenska blaðnum Expressen vilja sjórænararnir ikki lata teir fáa læknahjálp. Blaðið endurgevur Somalia Report, sum hevur tosað við Farah Josh, sum er ein av sjórænarunum, sum hava donsku gíslarnar.
Hann sigur, at mamman, Birgit Marie Johansen, hevur eina húðsjúku, og at tann 13 ára gamla dótturin Naja hevur fepur og spýr.
Farah Josh sigur, at báðar hava tikið heilivág, men at tær hava ongan heilivág eftir.
Sum skilst tora sjórænararnir ikki at seta seg í samband við nakran lækna, tí teir hava ikki álit á nøkrum.
Eitt skifti vóru gíslarnir í tveimum bólkum, men nú eru øll sjey á einum staði, skrivar Expressen. Sambært blaðnum vilja sjórænararnir hava einar 30 milliónir krónur fyri at lata teir donsku gíslarnar leysar.