Dreymurin hjá dønum um eina endurtøku av EM-sigrinum í Svøríki í 1992 brast sunnukvøldið, tá ið Danmark noyddist at lúta fyri kekkum, ið vunnu størsta sigurin í teimum fýra fjórðingsfinalunum.
Ov lítið hugflog
Danska liðið var nakað skert undan dystinum, av tí at Ebbe Sand og Niclas Jensen báðir vóru skaddir og fingu tískil ikki spælt. Danski landsliðsvenjarin, Morten Olsen, hevði valt at seta Kasper Bøgelund á liðið fyri Niclas Jensen, meðan Claus Jensen avloysti Ebbe Sand. At Claus Jensen byrjaði á vøllinum, merkti eisini, at Jon Dahl Tomasson bleiv settur at leika heilt har frammi, meðan Claus Jensen leikti á vanliga plássinum hjá Tomasson beint aftan fyri fremsta mann. Eisini hevði Morten Olsen valt at seta Christian Poulsen úr Schalke 04 á liðið við tí fyri eyga, at hann skuldi mansverja kekkiska stýrimannin, Pavel Nedved úr Juventus.
Í fyrra hálvleiki vóru danir við yvirlutan leikliga, men tað gekk illa við at spæla seg til upplagdar málmøguleikar. Claus Jensen fann seg ongantíð til rættis í leiklutinum sum spælskipari á danska liðnum, og alt ov ofta blivu høgir bóltar sendir inn í kekkiska brotsteigin, og tað var ein løtt uppgáva hjá vælvaksnu kekkisku verjuleikarunum. Danski miðvøllurin tóktist óvanliga stirvin, og hugflogið var ógvuliga lítið.
Einki móttrekk
Kekkar vóru óivað væl nøgdir við at fara til hálvleik við støðuna 0-0, tí teir høvdu ikki fingið glið á spælið hjá sær, og tørvur var á at fáa tosað tingini ígjøgnum. Seinni hálvleikur var heldur ikki meiri enn nakrar fáar minuttir gamal, tá ið Kekkia legði seg á odda. Eitt hornaspark var sent innfyri, og tá ið Martin Laursen fór skeivur av innlegginum, var tað lætt hjá kekkiska risaáleyparanum, Jan Koller, at seta krúllin undir bóltin og beina hann í netið aftan fyri Thomas Sørensen.
Hetta málið kom dátt við hjá dønum, sum als ikki fingu sítt spæl at koyra eftir steðgin. Alt ov nógvir bóltur vóru mistir út av vøllinum ella sendir beint í beinini á kekkunum, og sum hyggjari framman fyri sjónvarpsskíggjanum sat tú bara og bíðaði eftir, at Morten Olsen fór at skifta út. Tað gjørdi hann ikki, og tá ið eitt gott korter var farið av hálvleikinum, øktu kekkar um leiðsluna. Ein bóltur bleiv stungin inn um donsku verjuna til unga Liverpool-framherjan, Milan Baros, og tá ið Thomas Sørensen kom út ímóti honum, lyfti Baros bóltin hegnisliga upp um Sørensen og í tóma danska málið til 2-0 til Kekkia.
Danska liðið fall nú fullkomiliga í fátt, og samstundis komu kekkar av álvara fyri seg og vístu nakað av tí fótbólti, sum teir eitt nú vístu ímóti Hollandi í bólkaspælinum. Tað gingu eisini bara tveir minuttir, so var aftur útsøla í donsku verjuni, og enn einaferð var tað Milan Baros, ið slapp leysur, og hann setti bóltin í netið og gav harvið dønum mønustingin.
Tað var undrunarvert at síggja, at danski venjarabonkurin einki móttrekk hevði, tá ið kekkar løgdu seg á odda. Claus Jensen úr Charlton hevði snøgt sagt spælt ein vánaligan dyst, og tað tóktist upplagt at seta Peter Madsen úr Bochum inn nógv fyrr á framherjaplássið, og so latið Jon Dahl Tomasson komið aftur á sítt vanliga pláss, har hann er so vandamikil.
Donsku útskiftingarnar komu ikki fyrr enn, at kekkar høvdu lagt seg á odda 3-0, og tá var alt avgjørt, og so kundi tað verið líkamikið.
Ebbe Sand gevst á landsliðnum
Kekkarnir hava nú spælt seg í hálvfinaluna, har teir skulu hitta Grikkaland. Kekkia hevur helst verið tað liðið, ið hevur verið mest sannførandi higartil undir EM-endaspælinum, og hjá mongum eru teir nú óivað favorittar til at vinna Europameistaraheitið. Liðið hevur eina sterka miðju við monnum sum Poborsky, Nedved, Rosicky og Galasek. Heilt har frammi eru teir báðir Jan Koller og Milan Baros, og í málinum hava teir ein sera góðan málverja í Petr Cech, sum eftir summarfrítíðina skal verja málið hjá Chelsea. Einasti veikleiki á kekkiska liðnum tykist verða verjan, men ofta verður sagt, at eitt gott álop er tann besta verjan.
Nú danska liðið er liðugt í EM-endaspælinum, kunngjørdi Ebbe Sand, at hann gevst á landsliðnum. Ebbe Sand spældi sín fyrsta av 66 landsdystum á vári í 1998, og hann hevur skorað 22 ferðir fyri Danmark. Eisini er nógv, sum kundu bent á, at liðskiparin hjá dønum, Rene Henriksen, fer at takka fyri seg, nú hann er vorðin 35 ára gamal.
Danmark-Kekkia 0-3(0-0)
0-1 Jan Koller
0-2 Milan Baros
0-3 Milan Baros