Granskarar úti í heimi vísa eini verkætlan, sum næmingar í einum 9. flokki í Danmark hava gjørt, serstakliga stóran áhuga.
Tað eru fimm gentur í einum 9. flokki í Norðurjyllandi, sum standa fyri verkætlanini, sum er gjørd í lívfrøði.
400 fræ av karsi blivu stroydd niður í 12 bakkar. Bakkarnir blivu settir inn í tvey rúm við somu hitastigum. Bakkarnir fingu somu mongd av vatni og dagsljóðsið í 12 dagar. Í tí eina rúminum blivu teir seks bakkarnir settir við síðuna av tveimum routarum. Geislingin frá teimum svarar til tað sama, sum ein vanlig fartelefon gevur.
Eftir 12 dagar var úrslitið púra greitt og vísti, hvussu stóra ávirkan geislingin hevði. Fræini, sum stóðu við síðuna av routarunum, vóru als ikki vaksin, og fleiri teirra vóru illa farin.
Verkætlanin tryggjaði teimum fimm gentunum eitt finalupláss í kappingini Ungir Granskarar, men tað var bert byrjanin. Viðurkendir granskarar úr Onglandi, Hollandi og Svøríki hava síðani víst verkætlanini stórum áhuga.
Ein av kendu granskarunum á Karolinska Instituttet í Stokkhólm, Olle Johanson, er púra ovfarin av kanningararbeiðinum hjá donsku gentunum og heldur verkætlanina vera framúrskarandi.
Hann ætlar sær nú at endurtaka somu royndina, sum genturnar gjørdu, saman við einum starvsfelaga úr Belgia, og vónin er at fáa meira vitan um geislaútlát frá fartelefonum.