Tórbjørn Jacobsen helt eina góða og mergjaða røðu í Klaksvík í morgun, tá hann um 11-tíðina setti Føroya Sjómannadag. Alt gekk friðarliga fyri seg Tórbjørn Jacobsen byrjaði við at siga, at hann ongantíð helt, at tað fór at vera neyðugt við danskari verju til at seta Føroya Sjómannadag í Klaksvík.
- Í besta føri hevði eg kanska væntað, at onkur fór at rópa buhh... eftir mær, men at fáa sær danska verju móti útróðrarmonnunum í Klaksvík - nei, tað visti eg fór at vera púrasta óneyðugt, segði hann.
Landsstýrismaðurin helt annars eina góða og mergjaða røðu og fólk, sum lýddu á, vóru samd um, at hetta var røðan, tey vildu hoyra.
Tórbjørn vísti á, at lagnufelagsskapurin við havið er endaleysur. Okkara byrjan var havið, Tað var okkara infrastrukturur og matkovi - og síðan lívsgrundarlagið og treytin fyri einum alsamt hækkandi materiellum lívsvirði í oyggjunum.
- Tá ið at kalla allur útflutningur í landinum er virðisøking úr havsins tilfeingi, er tað barnalærdómur, at tit, sum standa við rulluna, snelluna, í egningarskúrum, á troldekkinum, við reinskeringarborðini og á stjórnarskrivstovum, eru varpið, sum heldur tjóðini á materiellu knattstøðuni.
Hann segði, at tað finst eingin bygd, ei heldur býur i Føroyum, har fólkið hevur havt ein so einastandandi møguleika at fylgja søguligu gongdini í føroyskari fiskivinnu - heilt frá frælsu høvunum til avmarkingarnar innanvert egið fiskimark.
- Tá ið nógv áhugamál renna saman, sum í málinum um áseting av fiskidøgum, sigur tað seg sjálvt, at neistarnir fúka um hornini, segði landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum.










