Donsk tilvera á 62° N

Hví heldur “Kringvarp Føroya” ikki løgtingslóg um kringvarp, og hví fær tað ongar avleiðingar?

“Kringvarp Føroya” hevur sent okkum rokning á 1.812,50 kr., ið er hálvárligt lurtara- og hyggjaragjald fyri 2007. Rættast hevði verið at sent kravið aftur við hesi grundgeving:

 

Endamál og tilverugrundarlag hjá einum almennum stovni er lóggáva. Í allar flestu førum er tað soleiðis, at eitt ráð, stýri ella ein myndugleiki hevur eftirlit við, at almennir stovnar liva upp til lógir, kunngerðir og ásetingar; og tey plaga gera sína skyldu.

 

Men tá tað kemur til “Kringvarp Føroya”, so sær ikki út til, at nakar leggur í, um hesin almenni stovnur heldur lógina! Í §10 í løgtingslóg um kringvarp (public service -skyldur) stendur m.a.:

 

“Kringvarp Føroya skal í programmvirkseminum leggja dent á upplýsingar- og talufrælsi, sakliga og óhefta upplýsing og eitt fjøltáttað tilboð, sum varðveitir og fjálgar um mál, mentan, átrúnað og siðalæru føroyinga.

Stk. 2. Kringvarp Føroya eigur at leggja dent á at hava gott føroyskt mál í sínum sendingum. Kringvarp Føroya hevur skyldu at tryggja starvsfólkunum holla málsliga ráðgeving.”

 

Eg haldi, at tað eru fáir senditímar í almenna út- og sjónvarpinum, ið liva upp til hesar ásetingar, tí dentur verður lagdur á at varðveita og fjálga um mál, mentan og siðalæru dana!

 

Tað eru ógvuliga fáar sendingar uttan óføroyskt tvætlimál (t.d. “beginna, betýðir, broytigar, íslendarir, hvør stýrir begivinhoytunum, eingin loyna, í vikuskiftinum, bevega, telt, í útlandinum“), ótýddar samrøður við óviðkomandi danir, donsk tíðindi, altjóða tíðindi sæð við donskum eygum ella donsk tíðindi í Føroyum. Eingin tíðinda-, morgun-, mentanar-, ítróttarsending, Tilvera, Sipp ella Úthav uttan danatvætl. Man tað vera bíligari at gera og endursenda danskar samrøður og spæla danskan tónleik í “Kringvarpi Føroya”? Ein skuldi trúð, at endamál kringvarpsins var at virka sum danskt nærvarp í Føroyum?

 

Í almenna kringvarpinum ber til at týða øll onnur fremmandamál enn danskt. Í øllum øðrum londum ber til at týða danskt, sjálvt í almenna kringvarpinum í Grønlandi verður danskt týtt!

 

Samsvar er ikki millum kringvarpslógina og innihald kringvarpsins, men vit føroyingar verða kravdir eftir kringvarpsgjaldi, hóast vit ikki fáa ta tænastu, sum lógin ásetur!

 

Hevði nakar annar almennur stovnur farið so lætt um sínar skyldisásetingar, so hevði tað fingið álvarsamar avleiðingar, men “Kringvarp Føroya” er friðhalgað, hví? Man tað ikki vera tí, at hesin almenni stovnur tænir heimastýristvætlinum og donsku lygnini um, at Føroyar skulu vera partur av danska ríkinum?

 

Tað einasta vit annars kenna til málpolitikk kringvarpsins er, at ikki er loyvt at telja á føroyskum í hesum almenna stovni! Man tað vera nakað annað alment kringvarp í heiminum, har ikki er loyvt at telja á landsins egna máli?

 

Tað undrar meg nógv, at teir flokkar, ið hava samtykt løgtingslóg um kringvarp og hava valt limir í kringvarpsstýrið ikki leggja í, um “Kringvarp Føroya” heldur lógina ella ikki? Hvar eru sokallaðir sjálvsstýrisflokkar, hava teir tapt bæði mál- og flaggstríð? Var nakar veruligur føroyskur flokkur ella føroyskur demokratur á løgtingi, so høvdu lógarbrot kringvarpsins verið átalað. Ið hvussu so er, átti innkrevjingarrættur kringvarpsins smb. §7 í løgtingslóg um kringvarp at verið settur úr gildi, so leingi sum kringvarpið ikki heldur skyldisásetingarnar í §10 í somu lóg!

 

Tá tað almenna og flokkar á tingi ikki leggja í at virða føroyingar og kringvarpslógina, so mugu føroyskir lurtarar og hyggjarar taka málið í egnar hendur. Hetta kann t.d. gerast við at nokta at gjalda kringvarpsgjald og skipa eitt føroyskt lurtara- og hyggjarafelag (smb. Kristiligt Lurtara- og Hyggjarafelag ella Føroyingafelag). Hvønn kunnu vit annars venda okkum til og klaga til, tá “Kringvarp Føroya” ikki røkir sína skyldu at varpa út føroyskt kringvarp sambært løgtingslóg?

 

Tey, ið ikki gjalda kringvarpsgjald, enda í rættinum. Men kann rætturin døma fólk at gjalda fyri vøru ella tænastu, sum tey ikki fáa ella hava fingið? Tá “Kringvarp Føroya” ikki heldur løgtingslóg um kringvarp, kunnu vit føroyingar so dømast at halda somu lóg?