Donsk/svensk sending tilnevnd til virðisløn

Danska/svenska sendingin "Broen" er nú í tilnevnd til eina Bafta virðisløn, sum bretska filmsakademiið gevur til bestu altjóða sjónvarpsrøðina.

 

Tað veit heimasíðan hjá DR at siga í dag.

 

- "Broen" er ein donsk/svensk eydnusøga. Bara tað, at vera tilnevndur til eina slíka virðisløn, er ein viðurkenning av øllum teimum, sum eru við í sendingini, sigur Bo Erhardt, framleiðari fyri Nimbus Film, sum framleiða sendingina, í einum tíðindaskrivi til danskar miðlar.

 

Hann sigur, at hendan tilnevningin er sum at vera í finaluni í heimsmeistaraskabinum í sjónvarpssendingum.

 

Broen kappast við sendingar sum Game of Thrones, Girls og Homeland.

Bo Erhardt hevur tó góðar vónir um, at sendingin kann vinna hesa virðisløn, tá ið hon verður handað 12. mai.

 

- Óvæntað megnaðu vit at vinna á mínari yndissending Homeland fyrr í ár, tá ið bretska tv-daggart var á skránni, so vit hava góðar møguleikar, sigur hann við DR.

 

Fyrsta umfarið av sendingini hevur verið sera væl móttikið, og er selt til 60 lond. Næsta umfarið av sendingini verður upptikið í hesum døgum.