Kononsertir við donskum soprani, Birthe Henriksen, byrja í Vesturkirkjuni.
Danski sopranurin Birthe Henriksen av Ærø kemur saman við urguleikaranum Kevin Duggan til Føroya, har tey fara at hava fýra konsertir.
Fyrsta konsertin verður í Vesturkirkjuni í Havn í annaðkvøld, 1. juli kl. 20.00. Hinar konsertirnar verða í Fríðrikskirkjuni á Toftum 2. juli, í Christianskirkjuni í Klaksvík 5. juli og seinasta konsertin verður í Eiðis kirkju 6. juli. Allar konsertirnar byrja klokkan 20 - og øll eru vælkomin, siga fyrireikararnir.









